
Annað umfar í Betrideildini hjá kvinnum verður leikt um vikuskiftið:
Fríggjadagin 26. mars (í kvøld)
19.30: Víkingur - KÍ
Leygardagin 27. mars (í morgin)
13.00: EBS/Skála - 07 Vestur (Á Skála)
15.00: AB/B71 - NSÍ (Á Sandi)
Sunnudagin 14.00
14.00: HB - B36
Víkingur og KÍ vunnu bæði í fyrsta umfari, og talan kann gerast um ein spennandi dyst í Sarpugerði í kvøld.
Nýggju liðini í deildini - ið bæði taptu stórt í 1. umfari - spæla í morgin. AB/B71 verður á heimavølli á Sandi.
Sunnudagin skal HB dystast við B36 og royna at koma upp á seks stig.
KÍ vann á NSÍ í 1. umfari - í kvøld skulu tær spæla í Syrðugøtu (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald