Fótbóltur

48 lið spælt seg í Europa League bólkaspælið

Fýra norðurlendsk lið eru við í bólkaspælinum.

FCK spældi seg víðari hóast harða mótstøðu frá italska Atalanta

FCK spældi seg víðari hóast harða mótstøðu frá italska Atalanta

2018-08-31 09:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið vóru seinastu úrtøkudystirnir til Europa League steypakappingina í fótbólti. 48 lið hava spælt seg í bólkaspælið, harí fýra norðurlendsk.

FCK úr Keypmannahavn spældi seg í bólkaspælið eftir tveir 0-0 dystir og síðani við at vinna brotssparkskapping móti italska Atalanta. Norska Sarpsborg 08 tapti í gjárkvøldið 2-1 á ísraelska Maccabi Tel Aviv, men vann samanlagt 4-3, meðan hitt norska felagið, sum spældi seg víðari, Rosenborg, vann 0-2 á útivølli og samanlagt 5-1 á KF Shkendija úr Makedonia. Svenska Malmø FF vann í gjárkvøldið 0-2 á danska FC Midtjylland og 2-4 samanlagt.

Klokkan 12 verður lutakast um hvussu liðini verða býtt í bólkarnar í bólkaspælinum. Liðini, sum hava vunnið sær luttøku í bólkaspælið verða býtt í fýra pottar, býtt eftir styrkismetingini hjá UEFA.

Liðini, sum eru við í lutakastinum í dag eru:

Pottur 1
Sevilla, Arsenal, Chelsea, Zenit, Bayer Leverkusen, Dynamo Kiev, Besiktas, RB Salzburg, Olympiakos, Villarreal, Anderlecht, Lazio

Pottur 2
Sporting CP, Ludogorets, FC KØBENHAVN, Marseille, Celtic, PAOK, AC Milan, Genk, Fenerbahce, Krasnodar, Astana, Rapid Wien

Pottur 3
Real Betis, BATE Borisov, Qarabag, Dinamo Zagreb, RB Leipzig, Eintracht Frankfurt, Malmö FF, Sparta Moskva, Standard Liege, Zürich, Bordeaux, Rennes

Pottur 4
Apollon, Rosenborg, Vorskla Poltava, Slavia Prag, Akhisar Belediyespor, Jablonec, AEK Alarnaca, Vidi, Rangers, Dudelange, Spartak Trnava, Sarpsborg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder