Annað

5-mannafør dreingir: Hørð kapping millum havnarbátarnar

Sílið vann róðurin.

2018-06-23 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hja 5-mannaførum dreingjum var sera hørð kapping millum Sílið og Drekan, báðir úr Havnar Róðrarfelag, stóran part av teininum.

Men til síðst komu Jallurin og Royndin Fríða sera væl aftur, og kroysti seg í millum Sílið og Drekan.

Sílið vann róðurin, Jallurin nummar tvey og Drekin nummar trý.

Sostatt hálar Sílið seg inn á Drekan og Jallin í FM-stríðnum. Drekin og Jallurin eru nú javnir í stigum.

5-mannafør dreingir úrslit
1. Sílið (5.43.22)
2. Jallurin (5.44.33)
3. Royndin Fríða (5.45.46)
4. Drekin
5. Tjaldrið
6. Firvaldur
7. Silja
8. Ørnin
9. Heykur
10. Ingibjørg

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder