Í fyrstu syftu fingu føroyingar lutfalsliga ógvuliga fá atgongumerki til søguligu HM-dystirnar í januar 2027.
Sí eisini: Vera eftir øllum at døma lutfalsliga fáir føroyskir fjepparar í Magdeburg
Hondbóltssamband Føroya staðfesti tó í sambandi við lutakastið í juni, at fleiri atgongumerki fóru at vera tøk at keypa seinni í ár. Og í morgin verður tað.
Nú er talan um 500 atgongumerki til bólkaspælið í Magdeburg. Føroyar skulu í døgnum 14. januar - 18. januar 2027 spæla móti Portugal, Póllandi og Algeria har.
Les eisini: Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast
Um tað eydnast at enda í topp-trý í bólkinum, skulu Føroyar til Hannover at spæla miðumfar. Har eru fleri atgongumerki tøk, og eini 300 afturat verða tøk mikudagin fyrrapartin.
Hesi atgongumerkini kunnu keypast frá klokkan 10.00 mikudagin, 15. juli
Sí mannagongd, sum HSF hevur gjørt, niðanfyri ella les her
Sølan fer fram umvegis hesa leinkjuna: https://tinyurl.com/IHF2027-M-Faroe-Islands.
Fyri at fáa atgongd til søluna skal hendan kotan brúkast: IHF2027MFROH2X9K6R4.
Innleiðandi umfar í Magdeburg
Talan er um áleið 500 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í innleiðandi umfarinum. Atgongumerkini eru staðsett í eystaraendanum av høllini og eru í kategori 2, 3, 4, 5 og 6. Prísir og staðseting síggjast her:
https://www.eventim.de/.../251205_IHF2027-M_Price...
https://www.eventim.de/.../Seat-Map_GETEC-Arena_Magdeburg...
Millumumfar í Hannover
Talan er um áleið 300 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í millumumfarinum. Atgongumerkini eru í bólkunum U14 og U15 og eru í kategori 1 og 2. Prísir og staðseting síggjast her:
https://www.eventim.de/.../Seat-Map_ZAG-arena_Hannover...
https://www.eventim.de/.../251216_IHF2027-M_Price...
Tað er tó longu nú møguligt at tryggja sær atgongumerki til millumumfarið í Hannover umvegis almennu netsøluna hjá IHF. Flestu føroyingar hava keypt atgongumerki í bólkunum U12 til U18. Hendan sølan fer fram á https://www.eventim.de/en/artist/ihf-handball-weltmeisterschaft-der-maenner/2027-ihf-wm-hannover-pakete-4026662/?affiliate=27H.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald