Annað

6 mannafør kvinnur: Gera einki við Sølmund

Kapping um annað plássið.

Sølmundur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sølmundur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-07 15:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tær á Sølmundi eru í einum flokki fyri seg, og hinar manningarnar megna ikki at geva teimum nakra mótstøðu yvirhøvur.

Fimtu stevnuna á rað vunnu tær, og hava nú 35 stig.

Hinvegin var kapping um annað plássið har Páll Fanga og Smyril fylgdust inn á Vestmanna. Páll Fangi var tó trúgvari og var á málinum eitt sekund áðrenn Smyril.

Úrslit 6 mannafør kvinnur
1. Sølmundur (5.14.20)
2. Páll Fangi (5.21.28)
3. Smyril (5.22.35)
4. Skúgvur (5.44.01)

5. Jarnbardur Masters (5.34.48)

 

Støðan í FM
1. Sølmundur (35 stig)
2. Páll Fangi (28 stig)
3. Smyril (16 stig)
4. Lómur (16 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder