placeholder
Hondbóltur

Aftur landsliðshondbóltur á Hálsi

Føroyar - Eysturríki verður bríkslaður í gongd klokkan 19 í kvøld og kann síggjast í Kringvarpinum.

Jana Mittún og hinar á landsliðnum skulu aftur í eldin í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún og hinar á landsliðnum skulu aftur í eldin í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-02 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld verður EM-undankappingin hjá kvinnum tikin uppaftur. Føroyar og Eysturríki spæla í 3. umfari í bólki 2, og hóast útiliðið á pappírinum er stórfavorittur, so er hetta tann dysturin í undankappingini, har føroysku kvinnurnar helst hava best møguleika at fáa stig.

Unga føroyska liðið spældi ein heilt góðan fyrra hálvleik í Rumenia í oktober, og júst Rumenia og Eysturríki spældi javnleik í síðsta umfari, tá Føroyar taptu stórt fyri Danmark.

Fyrsta bríksl í kvøld er klokkan 19. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og dysturin kann síggjast hjá Kringvarpinum. Vit hava myndir og annað frá dystinum.

Hópurin til dystin:

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ingibjørg Olsen, H71 
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71

Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder