Fótbóltur

Aftur nýggjur maður við síðulinjuna á Argjum - fyribils

Ítróttarstjórin í AB, Jonas Dahl Andersen, verður fyribils venjari hjá besta liðnum, meðan leitað verður eftir nýggjum venjara. Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen, sum stóðu á odda síðsta dyst, eru givnir.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-20 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er veruligur ruðulleiki á Argjum.

Eftir alt rokið um sáttmálar við útlendskar leikarar er felagið komið í eina keðiliga støðu við høvuðsvenjara á besta liðnum.

Sámal Erik “Bagge” Hentze ynskti at vera loystur úr starvi, og fyribils tóku Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen yvir, og vóru venjarar tá AB tapti tepurt ímóti HB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.

Nú hava hesir báðir eisini takkað fyri seg, veit bolt.fo í dag.

Dimma.fo skrivar seinnapartin, at ítróttarstjórin í felagnum, Jonas Dal Andersen, fyribils hevur ábyrgdina av besta liðnum, meðan leitað verður eftir aðrari loysn.

AB spælir sunnudagin ímóti B36, og liggur á sætta pláss við tíggju stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder