Fótbóltur

Agnar aftur til Klaksvíkar

Agnar Prestá sum í fjør var hjálparvenjari hjá ÍF, verður nú partur av toyminum hjá Føroyameistarunum.

Agnar Prestá (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Agnar Prestá (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-01 13:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Agnar Prestá verður næsta ár partur av toyminum rundan um Føroyameistararnir í Klaksvík.

Hesum boðar KÍ frá á heimasíðuni í dag.

Klaksvíkingurin hevur farna kappingarár verið hjálparvenjari hjá ÍF, men leitar sær nú aftur til heimbýin.

[object Object]Agnar Prestá og Mikkjal Thomassen (Mynd: Ki.fo)

Agnar Prestá verður komandi ár hjálparmaður hjá høvuðsvenjaranum Mikkjali Thomassen og fer at verða høvuðsvenjari hjá einum av eldru dreingjaliðunum.

Hann hevur royndir bæði sum ungdóms- og vaksnamannavenjari í felagnum. Hann er nú í gongd við UEFA-A-venjaraútbúgvingina, sum endar við próvtøku komandi heyst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder