Hondbóltur

Allan og Bjarni eisini í European League-bólkaspælinum

Samanlagt seks føroyskir spælarar í bólkaspælinum í næststerkastu evropeisku kappingini. Tað mundi annars gingið galið hjá Vali í Kroatia í kvøld, men millum annað sjey mál hjá Bjarna í Selvindi gjørdu mun.

Bjarni í Selvindi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-07 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Níggju mál er ikki altíð so nógv í hondbólti. Hetta noyddist Valur at sanna í Kroatia í kvøld. Íslendsku steypavinnararnir vunnu stórt í fyrra play-off dystinum móti RK Bjelin Spacva, sum var í Reykjavík.

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og hinir fóru til Kroatia við níggju-máls leiðslu, men longu eftir fyrra hálvleik var leiðslan burtur. 20-11 í steðginum, og so var Valur kroyst.

Tað eydnaðist tó at steðga bløðingini og eisini at fáa eitt sindur meira gongd á málskjótingina í 2. hálvleiki.

Her hjálpti Bjarni Í Selvindi væl. 22-ára gamli bakkurin av Skála skeyt mál í týðandi tíðarskeiðnum, og eina og í hinum trimum almennu dystunum fyri Val, gjørdist Bjarni toppskjútti við sjey málum.

Samanlagt 28 mál fyri felagið. Bjarni er tó helst ikki heilt nøgdur við heldur nógvu brendu skotini í kvøld - hann skeyt 13 ferðir.

Strandingurin Allan Norðberg skoraði tvær ferðir, men brendi í síðsta minutti. Tað gjørdist tíbetur ikki ov dýrt. Støðan var 32-24, samanlagt 57-58, og harvið hevði væl stuðlaða heimaliðið møguleikan at javna samanlagt í síðsta álopi og harvið senda dystin i longda leiktíð.

Valur vardi tó fyri, og harvið sleppur vinnarin av European Cup 2024 undan at spæla í kappingini aftur í 2024/2025. Heldur sleppur Valur at spæla í bólkaspælinim í European League, sum er næststerkasta evropieska kappingin. Hetra gjørdi Valur eisini fyri tveimum árum síðani, men er hetta fyrstu ferð, at tvey íslendsk feløg eru í bólkaspælinum.

Tað er eisini søguliga høgt tal av føroyingum í bólkaspælinum í kappingini. Í fjør vóru Óli Mittún, Jóhan á Plógv Hansen og Hákun West av Teigum har og komu eisini víðari.

Nú er síðstnevndi í Champions League við Füchse Berlin. Ísak Vedelsbøl er lagdur afrurat Óla í Sävehof, Jóhan og Flensburg-Handewitt eru við sum verandi vinnarar, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel eru millum favorittarnir, og nú hava Allan, Bjarni og hinir í Vali tryggjað sær plássið.

Bólkaspælið í European League byrjar seinni í mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder