
Stríð hevur tikið seg um millum nøkur fótbóltssambond í serliga Suðuramerika og feløg í Onglandi. Orsøkin er, at fleiri feløg noktaðu leikarum at fara avstað í samband við landsdystir; serliga tí at leikararnir í so fall høvdu verið raktir av sóttarhaldi.
Tað varð eitt stórt stríð í Brasil, í samband við dystin millum risarnar Brasil og Argentina, tí at fýra argentinskir leikarar, ið vóru komnir úr Stórabretlandi, ikki vóru farnir í sóttarhald men spældu. Myndugleikarnir støðgaðu dystinum eftir sjey minuttir, og dystirnir
Les eisini: Brasil - Argentina støðgaður eftir tíggju minuttir
Teir fýra spæla vanliga í Premier League. Tað gera Raphinha (Leeds), Fred (Manchester United), Thiago Silva (Chelsea) Ederson og Gabriel Jesus (Manchester City) og Alisson, Fabinho og Roberto Firmino (Liverpool) eisini. Nevndu feløgini loyvdu teimum ikki at fara til Brasil at spæla við landsliðnum, men nú hevur fótbóltssambandið í Brasil svarað aftur. Eftir áheitan frá tí hevur FIFA álagt teimum eitt bann í tíðarskeiðnum 10. - 14. september.
Hetta merkir, at tey feløgini ikki kunnu nýta leikararnir í Premier League-dystunum í vikuskiftinum uttan at fáa bøtur og møguliga tapa dystin á skrivaraborðinum. Sky Sports skrivar, at tað er ógreitt hvat hendir, um til dømis bæði Leeds og Liverpool ganga ímóti hesum boðum. Manchester City skal spæla ímóti Leicester og hevur ikki eykamálverjan tøkan - Premier League roynir sum skilst at gera okkurt við samlaðu støðuna.
Manchester Unted og Chelsea noyðast eisini, sambært hesum, at vera ávíkavist Fred og Thiago Silva fyriuttan, tá tey spæla í Champions League týskvøldið 14. september.
Fótbóltssambondini í Kili, Paraguay og Mekisko hava eisini kært sína neyð til FIFA, tí feløg úr Onglandi hava ikki leysgivið leikarar til tey - Miguel Almiron, Newcastle og Raul Jimenez, Mekisko eru tveir av teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald