Annað

Belgia koppaði fimmfaldaðu heimameistarunum

Neymar og hinir eru úti.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-06 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til eitt brak í Kazan í kvøld, tá Brasilia og Belgia hittust. Hett gjørdist eisini talan um ein frálíkan fórbóltsdyst vid undirhaldi, ferð, góðum málum og spenningi heilt til seinasta bríksl.

Bæði liðini søktu málið frá byrjan av. Belgia spældi við nakað ørvisi leikskipan enn undanfarnu dystirnar, og við avgerandi málskjúttunum ið báðir komu inn ímóti Japan. Hetta, saman við frálíkum umstillingum, og frálíkum avrikum av lyklaleikarum sum Hazard, De Bruyne, Lukaku og Kompany, var við til at koppa Brasilia.

Belgia kom á odda í 13. minutti. Talan var um gott hornaspark, ið Ferandinho varð trýstur til at beina í egið mál. Belgia helt fram við góðu taktunum, og tá hálvur tími var leiktur økti Belgia eftir frálíka umstilling. Lukaku dreiv bóltin sera væl fram, legði bóltin til De Bruyne ið smekkaði bóltin í longra mál.

Brasila kom væl út til 2. hálvleik, og liðið skapti nakrar góðar møguleikar. Tað eydnaðist tó bara at fáa eitt mál. Tað var eftir eina góða sending frá Coutinho, at innskifti Renato Augusto stútaði bóltin í málið.

Hóast fínt trýst frá suðuramerikanska liðnum stóð Belgia væl ímóti. Evropearnir vóru meira effektivir, og skulu spæla ímóti grannunum Fraklandi í hálvfinaluni.

Neymar og hinir eru úti. Sterka liðið hjá Tite hevði góðar vónir um eitt HM-heiti, men nú er tað ein rein evropeisk kapping um gylta steypið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder