
Næstan samstundis sum 3. umfar í Betrideildini hjá monnum endar, og landsliðsstegðurin byrjar, fer Betrideildin hjá kvinnum í gongd.
1. umfar í Betrideildini
Leygardagin 19.03
14.00: EBS/Skála - AB/B71 (Skála)
15.00: 07 Vestur - HB (Sørvágur)
Sunnudagin 20.03
15.00: KÍ - NSÍ
B36 - Víkingur
Sermerkt við leygardegnum er, at tey bæði nýggju liðini í deildini skulu royna seg. AB/B71 og 07 Vestur kunnu fáa tað trupult, men tað fer helst at vera sera gott fyri kappingina, at tað nú eru átta lið.
Í fjør vann KÍ kappingina suverent. Klaksvíkskvinnur vunnu eisini steypakappingina, og tað var NSÍ, sum í fjør var nýtt lið í deildini, sum í báðum førum fekk silvur. Tað verður væntað, at tær í gulum og svørtum, ið eru styrktar, kunnu bjóða meira av í ár. Liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum á Tórsvølli seinastu tvey vikuskifti. Fyrst vann NSÍ 3-1 í finaluni í VFF Kup - leygardagin vann KÍ 4-1 í Stórsteypadystinum. Sunnudagin hittast liðini í Klaksvík. Sunnudagin er eisini dystur í høvuðsstaðnum, har Víkingur, ið nú stendur á egnum beinum, vitjar B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald