Annað

Bjarni og Sasha vunnu FM í sandflogbólti fyri menn

Eftir 6 FM stevnir og kappingina fyri síðstu fýra liðini er greitt, at Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev eru føroyameistarar í sandflogbólti.

2026-09-05 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í finaluni vunnu Bjarni og Sasha greitt 2-0 á Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen. Settmunurin var 21-13 og 21-7. Bjarni og Sasha eru tveir rættuliga royndir sandflogbóltsleikarar og Jónstein og Sofus, sum fyrr í summar mannaðu eitt av føroysku U18 landsliðunum, høvdi tað sera trupult í dystinum.

Bjarni og Sasha eru við hesum fyrstu føroyameistararnir í sandflogbólti fyri menn.

Kaj Johannesen og Elias B. Jensen gjørdust nr. 3 í samlaðu kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder