Fótbóltur

Carragher verður aftur at síggja á Sky Sports

Fyrrverandi fótbóltsleikarin var fyribils loystur úr starvi mars.

Jamie Carragher sum serfrøðingur á Friday Night Football (Mynd: Sky Sports)

Jamie Carragher sum serfrøðingur á Friday Night Football (Mynd: Sky Sports)

2018-08-02 10:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi Liverpool-leikarin Jamie Carragher verður aftur at síggja sum fótbóltsserfrøðingur á skíggjanum, tá Sky Sports fer at senda Friday Night Football aftur, nú besta enska fótbóltsdeildin byrjar aftur 10. august.

Jamie Carragher varð fyribils loystur úr starvi í mars, tá hann spýtti eftir einum manni. Maðurin argaði Carragher eftir at Manchester United vann 2-1 á Liverpool, og fekk alt á sjónband, tá Carragher spýtti eftir sær.

Nú hevur Gary Neville, sum saman við Jamie Carragher er fótbóltsserfrøðingur á Friday Night Football, váttað á sínum Twittervanga, at Carragher verður við aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder