
Júst nú verður navnið hjá Christian Eriksen sungið í Parkini á Eysturbrúgv - av dønum og finnum, og talan er um eina vakra løtu. Fyri einum tíma síðani small tann mest navnframi útileikarin á danska liðnum bráddliga um í EM-dystinum millum Danmark og Finnland.
Hvat hendir við hesum dystinum verður greitt um nakrar minuttir - tað mest umráðandi í støðuni gjørdist greitt fyri lítlari løtu síðani: At Christian Eriksen er vakin, og at støðan hjá honum er stabil.
UEFA boðaði fyrst frá, at hann var á sjúkrahúsi, og at støðan er stabil, og beint aftaná skrivaði danska fótbóltssambandið á Twitter, at Eriksen er á Ríkissjúkrahúsinum, at hann er vakin og til ymsar kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald