Fótbóltur

Dómurin fær ikki avleiðingar í Fredriksstad

Tað sigur ítróttarstjórin í Fredriksstad FK. Mikkjal Thomassen góðtekur dómin, og er glaður fyri at leggja lok á málið.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2023-11-24 07:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Punktum er nú sett í málinum um Mikkjal Thomassen, sum fyrradagin fekk dóm í Føroya rætti fyri hóttanir. Hann fekk 30 daga treytað fongsulsrevsing umframt at gera samfelagstænastu í 40 dagar.

Tað fær kortini ongar avleiðingar í fótbóltsfelagnum Fredriksstad FK, har Mikkjal Thomassen nú er høvuðsvenjari.

- Vit vistu um málið tá vit settu Mikkjal í starv. Dómurin fer ikki at ávirka okkara samband við Mikkjal ella arbeiðið hansara í felagnum, sigur Joacim Heier, ítróttarstjóri í Fredriksstad FK, við norska TV2.

Mikkjal Thomassen og Fredriksstad FK tryggjaðu sær í ár uppflyting í bestu deildina í Noreg.

Góðtekur revsingina
Rætturin metir, at prógv eru fyri, at Mikkjal Thomassen skal hava sagt "eg skal knúsa tíni bein, oyðileggja tína fótbóltsyrkisleið og tína sivilu yrkisleið” í býnum við ein fótbóltsspælara, og samstundis trýst hann bringuna. Tað var grundarlagið undir dóminum, sum varð sagdur.

- Eg eri keddur um tað sum hendi. Eg góðtaki revsingina og eri glaður fyri at leggja lok á málið, soleiðis at familja mín og eg kunnu koma víðari, sigur Mikkjal Thomassen í skrivligum boðum til norska TV2.

Tað er ákæruvaldið, sum av sínum eintingum hevur tikið málið um fyrrverandi KÍ-venjaran upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder