Oyggjaleikir 2019

Yvirlit: Ellivu heiðursmerkir næst seinasta dagin

Oyggjaleikirnir enda í morgin. Higartil liggja Føroyar á einum øðrum plássi samlað.

Bartal Poulsen tapti hálvfinaluna í einsmansleiki í morgun. Hann kundi tó ugga seg við at hava vunnið bronsina (Mynd: Sverri Egholm)

Bartal Poulsen tapti hálvfinaluna í einsmansleiki í morgun. Hann kundi tó ugga seg við at hava vunnið bronsina (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-12 00:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

22 gull, 9 silvur, og 25 bronsur. Tað er tað, sum Føroyar higartil hava skavað saman.  Og tað bleiv til 11 heiðursmerkir í dag.

Serliga badminton hevur havt ein hendingaríkan dag. Tilsamans fýra bronsur eru komnar í hús.

Í svimjing gekk ikki líka væl sum undanfarnu dagarnar. Føroysku svimjararnir vunnu eina gull og fýra silvur. Skjóting og judo vunnu eina gull hvør.

Í samlaða heiðursmerkjayvirlitinum liggja vit nummar tvey við 22 gull, 7 silvur og 24 bronsum. Jersey er á odda við 26 gull, 23 silvur og 24 bronsum.

Í morgin er seinasti dagurin á Gibraltar. Møguleiki er fyri onkrum heiðursmerki, millum annað hjá Rebekku Fuglø í 800 metrum. Bronsan hjá borðtennis er longu í hús, við at Rakul og Anna Mikkjalsdóttir hava vunnið seg í hálvfinaluna í tvímansleiki, men í morgin verður avgjørt um tað verður meira enn bronsan.

[object Object]Rannvá D. Carlsson (Mynd: Sverri Egholm)

Badminton
Einmansleikur menn, Bartal Poulsen (bronsa)
Einmansleikur kvinnur, Rannvá D. Carlsson (bronsa)
Einmansleikur kvinnur, Gunnvá Jacobsen (bronsa)
Tvímansleikur blandað, Rannvá D. Carlsson og Niklas Højgaard Eysturoy (bronsa)

[object Object]Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (Mynd: Sverri Egholm)

Svimjing
800m frí, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (gull)
100 m frí, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (silvur)
400m frí, Óli Mortensen (silvur)
50m rygg, Signhild Joensen (silvur)
4x100 frí menn, Bartal Erlingsson Eidesgaard, Alva Hjelm, Óla Eidesgaard og Rókur Trygvason (silvur)

Skjóting
Automatic Ball Trap, Alex Johannesen (gull)

[object Object]Búgvi Poulsen fekk heiðurin at vinna Føroyum gullið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Judo
Liðkapping, Føroyar (gull)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder