Kappróður

Fara undir at byggja nýtt kappróðrarneyst í Klaksvík

Eftir heystfrítíðina fer Malltek undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag. Kostnaðurin er 8,7 milliónir.

Andreas Josephsen, stjóri í Malltek og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Andreas Josephsen, stjóri í Malltek og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-10-12 07:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í farnu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar býráð og Malltek, sum eftir heystfrítíðina fer undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag

Upprunaliga varð sáttmálin undirskrivaður á einari móttøku á sumri í fjør, men nú er ein dagførdur sáttmáli undirskrivaður, har høvuðsbroytingarnar eru ávís tilval, príshækkingar í samfelagnum og myndugleikakrøv.

Sáttmálin er nú áljóðandi 8,7 mió., sum er nakað hægri enn upprunaligi sáttmálin fyri einum góðum ári síðan. Arbeiðið byrjar av álvara í november, og skal, sambært tíðarætlanini, verða liðugt um á leið eitt ár.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at verkætlanin nú komin somikið langt, at byggingin kann fara í gongd, soleiðis at Klaksvíkar Róðrarfelag kann fáa nýggj, hóskandi hølir mitt í hjartanum í býnum.

- Klaksvíkar Róðrarfelag hevur nógvar íðkarar og nógv virksemi. Tí er tað gleðiligt, at hølisviðurskiftini hjá teimum nú koma upp á pláss. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum gevur teimum prýðiligar umstøður, ið vit síggja fram til at handa felagnum komandi ár, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Malltek er høvuðsarbeiðstakari í hesi verkætlanini, sum annars er ment í tøttum samstarvi við kappróðrarfelagið og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýarverkætlanini. Tískil fer nýggja kappróðrarneystið at fella væl inn í miðbýarmyndina, har ætlanin er, at neystið skal varðveita tað siðbundna føroyska sniðið við neystalonum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder