Annað

FM-liðkapping í bridge leikt hetta vikuskiftið

Fýra dystir verða leiktir leygardagin og sunnudagin.

(Mynd: Føroya Bridgesamband)

(Mynd: Føroya Bridgesamband)

2026-10-24 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er FM-kapping fyri lið í bridge á skránni í Bridgehúsinum í Gundadali í Havn.

Fýra dystir verða leiktir í dag og í morgin. Í alt 128 spæl verða spæld, skrivar Føroya Bridgesamband.

Kappingin er skipað soleiðis, at átta lið dystast í eini kapping, ið gongur kappingarárið 2025-2026, um føroysmeistaraheitið. Kappingin byrjaði í september og seinastu umfør verða leikt í apríl 2026.

Undan dystunum í dag er støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg liggur á odda við 67,23 stigum, meðan liðini, ið kallast Rinkuhúsini og Byggitilfar liggja á ávikavist á øðrum og triðja plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder