placeholder
Fótbóltur

Føroyar - Spania í Televarpinum

Til ber at síggja føroysku kvinnurnar stríðast móti sterka spanska liðnum á Tórsvølli og á Rás 1. Dysturin, sum byrjar klokkan 18, verður tann fyrsti undankappingardysturin hjá Lene Terp sum landsliðsvenjari.

Julia Naomi Mortensen hevur av álvara gjørt vart við seg fyrstu tíðina í donskum fótbólti (Mynd: FSF)

Julia Naomi Mortensen hevur av álvara gjørt vart við seg fyrstu tíðina í donskum fótbólti (Mynd: FSF)

2021-09-16 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar spæla í kvøld fyrsta dystin í undankappingini til HM 2023. Mótstøðuliðið er ta á pappírinum sterkasta í bólkinum, Spania.

Les eisini: Møta heimsstjørnum á Tórsvølli

- Hetta er eitt ótrúliga sterkt lið, sum vit skulu spæla ímóti, og tað ger okkum rættiliga spentar. Vit vilja gera alt fyri at vísa framstig á liðnum, og vit eru tilvitaðar um, at hesin dysturin fyrst og fremst skal snúgva seg um avrik, heldur enn úrslit,

Soleiðis sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Tað er øllum greitt, at føroyskt stig ikki er sannlíkt móti Spania, men fyri liðið og venjaran, Lene Terp, snýr tað seg um at byrja undankappingina væl. Talan er um fyrsta undankappingardystin hjá danska landsliðsvenjaranum, ið sum spælari hevur nógvar royndir í altjóða fótbólti.

[object Object]
Heidi Sevdal verjir her dyri Duritu Hummeland til venjing í gjár 

[object Object]
Lene B. Terp (Myndir: FSF)

Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 18.00. Dysturin kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum ella tv.fo. Byrjað verður við upptakt 17.40.

Portalurin verður á staðnum og hevur myndir, umframt dagførir støðuna á forsíðu okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder