Hondbóltur

FSF: Aftur nógv undirvísingarvirksemi í ár

Sum liður í fyrireiking til hetta var skeið fyri instruktørum - royndum og minni royndum - í síðstu viku. - Vit hava ein góðan hóp av fakliga sterkum undirvísarum, og við at møtast árliga á slíkum skeiðum royna vit at halda okkum dagførdar.

– 20 luttakarar vóru á skeiðnum, og tað er at gleðast um, at undirtøkan var so góð, sigur tekniski stjórin Pætur Smith Clementsen (Mynd: fsf.fo)

– 20 luttakarar vóru á skeiðnum, og tað er at gleðast um, at undirtøkan var so góð, sigur tekniski stjórin Pætur Smith Clementsen (Mynd: fsf.fo)

2023-01-26 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava ein góðan hóp av fakliga sterkum undirvísarum, og við at møtast árliga á slíkum skeiðum royna vit at halda okkum dagførdar, umframt at umrøða aktuel viðurskifti. Nógv útbúgvingarvirksemi er á skránni í ár, so nú eru vit spent og motiveraði at fara í gongd.

Hetta sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya í samband við at FSF hevur hevði instruktørskeiði í FSF húsinum hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Talan er um skeið fyri tey, sum undirvísa á venjaraskeiðum hjá FSF, ið skrivar at fyri at fáa umfatandi venjaraútbúgvingina hjá sær at eydnast, er alla tíðina neyðugt við eldhugaðum undirvísarum.

Sum liður í teirra menning varð farna vikuskiftið skipað fyri skeiðið fyri undirvísarunum. Luttakararnir á skeiðnum vóru fleiri royndir undirvísarar, men endamálið var eisini at útvega sær nýggjar undirvísarar, sum kunnu leggjast afturat og taka eina hond í í komandi árini. Av teimum sum luttóku vóru millum annað fýra fólk, sum í oktober gjørdist A-venjarar.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at á skránni var millum annað gjøgnumgongd av nýggju C-venjaraútbúgvingini – sum fer av bakkastokki seinni í ár – framløgur um undirvísingarástøði, umframt at eygleiða venjingar á vøllinum. Harafturat var nógv tíð sett av til bólkaarbeiði og kjak, har luttakararnir arbeiddu við ymiskum evnum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Fótbóltssamband Føroya

Pætur Smith Clementsen er tekniskur stjóri í Fótbóltssmabandi Føroya, og hevur harvið ábyrgd av ítróttarliga partinum hjá FSF. Og hann er væl nøgdur við skeiðið, sum var hildið farna vikuskifti.

– 20 luttakarar vóru á skeiðnum, og tað er at gleðast um, at undirtøkan var so góð. UEFA setir eisini krøv til útbúgving av egnum undirvísarum, og vit hava tískil verið í tøttum samstarvi við UEFA um skránna, so vit tryggja okkum, at vit lúka altjóða krøvini sum verða sett undirvísarum á venjaraútbúgvingini.

[object Object]
Pætur Smith Clementsen

[object Object]
Myndir: Fótbóltssamband Føroya


Fótbóltssamband Føroya hevur eina umfatandi venjaraútbúgving við tilboðum líka frá B1 til B4/UEFA B-venjaraprógv, A-venjaraútbúgving og málmansvenjaraútbúgving.

Tað fyrsta venjaraskeiðið í ár, B1 og B3, eru á skránni í vikuskiftinum. Yvirlit yvir venjaraskeið, ið fyribils eru á skránni í 2023, sæst her

[object Object]
Venjing á vølli var partur av skeiðnum 

[object Object]

Luttøkan var góð, og royndir og minni royndir instruktørar vóru í FSF-húsinum (Myndir: Fótbóltssamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder