Hondbóltur

Fyrsta hálvfinalan verður leikt í kvøld

Chelsea vitjar í Madrid, og lagt er upp til ein javnan dyst.

Chelsea skal á útivølli royna at koppa Zidane, Hazard og hinar við heimstaði í spanska høvuðsstaðnum

Chelsea skal á útivølli royna at koppa Zidane, Hazard og hinar við heimstaði í spanska høvuðsstaðnum

2021-04-27 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur rok verið um framhaldandi skipanina av evropeiskum fótbólti. Chelsea og Real Madrid eru tvey av feløgunum, sum 18. apríl kunngjørdu, at tey fóru at luttaka í nýggju Super League, ið bert nøkur fá feløg á hvørjum ári hava møguleika í.

Chelsea var eitt av teimum fyrstu feløgunum, ið bakkaði út, men Florentino Perez, forseti í Real Madrid og ovasti í Super League, hevur fyri sponskum miðlum gjørt greitt, at hetta ikki bara ber til, at kappingin verður til nakað, og at tað er til frama fyri evropeiskan fótbólt. 

Júst Chelsea og Real Madrid hittast í Madrid í kvøld. Tey skulu spæla um pláss í finaluni í Champions League - kappingini sum tey í ovastu leiðsluni hjá feløgunum ikki ætlaðu at luttaka í framyvir.

Chelsea hevur ikki verið í hálvfinaluni í Champions League síðani í 2014, tá hitt stóra felagið í Madrid var omaná móti teimum blákløddu úr London. Chelsea vann kappingina, fyri higartil einastu ferð, í 2012. Undir Thomas Tuchel hevur framgongdin verið eyðsæð, og í kvøld snýr tað sæð um at fáa eitt gott útgangsstøði.

Real Madrid vann Champions League á trettanda sinni í 2018. Síðani hevur spanska kongafelagið ikki verið millum tey seinastu fýra, men nú er aftur ein finala í eygsjón hjá Zidane og hansara monnum.

Hjá Chelsea er fyrrverandi Real Madrid-miðvallarin, Mateo Kovacic, ikki tøkur. Hjá heimaliðnum er tað serliga merkisvert, at Sergio Ramos ikki verður við. Sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum verður hetta ein javnur dystir, og tað er nógv, ið bendir á tað.

Fyrsta bríksl á Alredo Di Stefano leikvøllinum verður klokkan 20.00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder