Hondbóltur

H71-kvinnur møta lið úr Eysturríki

H71-kvinnurnar skulu møta SC witasek Ferlach úr Eysturríki í fyrstu European Cup dystinum.

Í seinastu kappingini spældi H71 móti Galychanka úr ukrainska býnum Lviv. Tað gjørdist bert til ein dyst, sum endaði 27-26 til Galychanka (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í seinastu kappingini spældi H71 móti Galychanka úr ukrainska býnum Lviv. Tað gjørdist bert til ein dyst, sum endaði 27-26 til Galychanka (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-19 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lutakast hevur verið til European Cup hjá kvinnum, og nú er greitt, at H71-kvinnurnar skulu møta SC witasek Ferlach úr Eysturríki.

Eysturríkska liðið luttók ikki í europeiskari kapping seinasta kappingarár, men gjørdist nummar trý í eysturríksku deildini í vár.

Tilsamans 59 lið luttaka í European Cup hjá kvinnum komandi kappingarár. Fyrstu dystirnir skulu leikast vikuskiftini 8.-9. oktober og 15.-16. oktober. Um bæði liðini semjast um tað, kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað, sama vikuskifti, skrivar Hondbóltssambandið.

Menninir hjá H71 luttka eisini, men ikki í fyrsta umfarinum, tá teir eru styrkismettir hægri. Lutakastið hjá teimum verður 20. september.

77 lið luttaka í European Cup hjá monnum og verða fyrstu dystirnir hjá H71 vikuskiftini 29.-30. oktober og 5.-6. november. Um bæði liðini semjast um tað kunnu báðir dystirnir eisini avgreiðast sama stað sama vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder