
Fyrstu hálvfinalurnar í SMS-deildini eru spældar í dag.
Í Vestmenna var, eins og á Hálsi hjá monnum í gjár, stórt drama í einum inntensum dysti og neyðugt við fyrst longdari leiktíð og síðani brotskastskapping.
Har vóru hoyvíkskvinnur ta stinnari. Allar fimm hjá útiliðnum skoraðu, og Agnas Funn hjá VÍF brendi. Harvið er tungur burður hjá VÍF, sum skal vinna tveir dystir í Hoyvík fyri at koma í finalurnar.
Lukka Arge skorar her eitt av brotskøstunum hjá H71
Endaliga úrslitið eftir brotskaskapping í Vestmanna. Tað endaði 29-29 eftir vanliga leiktíð (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí dómaraseðil úr Vestmanna her
Sí fleiri myndir her: H71 vann fyrstu hálvfinaluna eftir brotskastkapping
Neistin hevur eisini okkurt at venda. Tær í bláum hingu væl í Kyndli í 1. hálvleiki, men so so fóru tær í grønum frá. Turið Arge Samuelsen var við aftur og hevði sín leilut - Bjarta Johansen var stóri spælarin hjá Kyndli við millum annað sjey málum, sum er ein sigur frá aftur at koma í finaluna.
Tað var annars ein málfátækur dystur á Hálsi, har Kyndil koyrdi sigurin heim og vann 23-21.
Sí dómaraseðil frá dystinum á Hálsi her
Liðini spæla aftur 2. Páskadag - vinna tey somu liðini tá, sum í dag, so hava tey tryggjað finalupláss. Um ikki, so skal triðja hálvfinala til.
Skráin mánadagin (Skýggjamynd: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald