Hondbóltur

Hákun og Füchse vunnu við einum máli á Fjóni

Óli Mittún og teir royndust aftur væl móti týskum stórfelagi - nú nærkast kappingarbyrjan hjá føroysku landsliðsprofilunum.

Óli Mittún eftir eitt av sínum fimm málum móti Füchse Berlin í gjár (Mynd: GOG)

Óli Mittún eftir eitt av sínum fimm málum móti Füchse Berlin í gjár (Mynd: GOG)

2026-08-20 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar dagar eftir vitjanina í Føroyum, tók GOG ímóti Füchse Berlin á Fjóni. Talan var um týðandi venjingardyst í seinastu fyrireikingunum hjá liðunum, áðrenn tey fara at spæla um steyp og stig. 

Sí eisini: GOG á floti í Vestmannasundi

Liðini fingu eisini ein góðan venjingardyst mikukvøldið - og tað var eisini spennandi hjá áskoðarunum at fylgja við, tá Nikolaj Krickau, Tobias Grøndahl og Mathias Gidsel vitjaði aftur hjá gamla felagnum.

Teir fingu, saman við millum annað Hákun West av Teigum ein sigur við suðurum markið.

Tað endaði 33-34 í Arena Svendborg, har GOG leingi spældi væl. Føroysku landsliðsprofilarnir skoraðu nøkur mál hvør.

[object Object]
Hákun West av Teigum fer undir fjórða árið í Füchse Berlin - her í aðrari av Champions League-finalunum hann hevur spælt (Mynd: EPA)

Óli Mittún og GOG leggja fyri móti Skjern í landskappingini. Hetta um fimm dagar, týskvøldið 25. august. GOG skal helst bjóða Aalborg veruliga av í ár.

Füchse Berlin spælir longu aftur leygardagin 22. august. Tá er stórsteypadystur á skránni móti Magdeburg. Hákun og teir spæla fyrsta dystin í Bundesliguna um eina viku - heima móti Melsungen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder