placeholder
Fótbóltur

Haller tók fleiri met í gjárkvøldið

Skoraði eftir 68 sekund í fyrsta evropeiska dysti sínum fyri Ajax.

Sébastian Haller (Savnsmynd: EPA)

Sébastian Haller (Savnsmynd: EPA)

2021-09-16 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Áleyparin Sébastian Haller tók nýtt met, tá hollendska felagið Ajax í gjárkvøldið spældi móti Sporting CP úr Portugal í fyrsta dysti í bólkaspælinum í Champions League kappingini.

Ajax gjørdi eitt mistak, tá felagið í januar mánaði keypti áleyparan úr enska felagnum West Ham United. Sebastian Haller er føddur og uppvaksin í Fraklandi, og hevur eisini spælt fleiri dystir fyri fronsk ungdómslandslið. Men í fjørvetur gjørdi hann av, heldur at spæla fyri Fílabeinsstrondina í altjóða samanhangi. Bæði foreldur hansara eru úr afrikanska landinum.

Mistakið, sum Ajax gjørdi var, at øll neyðug pappír ikki vóru klár, og sostatt kundi áleyparin, sum longu hevur skorað 13 mál í 20 dystum fyri Ajax, ikki spæla við í evropeiskum dystum í vár.

Men nú eru hesi viðurskiftini komin upp á pláss, og í gjárkvøldið tók tað bert 68 sekund, so hevði Haller lagt lið sítt á odda. Og eftir 9 minuttir hevði hann eisini skorað til 2-0. Ajax vann dystin 5-1. Haller átti eisini málini til 4-1 og 5-1 í øðrum hálvleiki.

Haller gjørdist sostatt fyrsti spælari, sum hevur skorað tvey mál í sínum fyrstu níggju Champions Leage-minuttunum.

Hann gjørdist eisini annar spælarin, ið skorar fýra mál í sínum fyrsta Champions League-dysti. Marco van Basten varð hin fyrsti. Tað var í 1992, fyrsta árið at henda kappingin varð spæld.

Haller gjørdist eisini spælari nummar tíggju, sum skorar hattrick í sínum fyrsta Champions League dysti.

Í fjør kom Ajax ikki víðari úr bólkaspælinum í Champions League, men triðja plássið í bólkinum gav atgongd til Europa League, har felagið spældi seks dystir uttan Haller á liðnum. Ajax náddi fjórðingsfinalunum, har felagið tapti móti Roma.

Ajax rindaði 22,5 milliónir evrur, umleið 170 milliónir krónur, fyri at fáa Sébastian Haller úr West Ham. 

Ajax og Spiorting CP eru í bólki C í Champions League. Hini bæði liðini Borussia Dortmund úr Týsklandi og Besiktas úr Turkalandi. Týska liðið vann í gjárkvøldið á útivølli 2-1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder