Fótbóltur

Hallur Hansson úti í upp til eitt ár

Nú er greitt, at skaðin, sum Hallur Hansson fekk sunnudagin, er so mikið álvarsamur, at liðskiparin ikki verður tøkur til dystirnar móti Litava og Turkalandi.

Hallur Hansson her í dysti móti Turkalandi (Mynd: EPA)

Hallur Hansson her í dysti móti Turkalandi (Mynd: EPA)

2022-09-21 15:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

– Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var í dysti fyri íslendska felagið, KR Reykjavík farna sunnudag, at Hallur Hansson mátti av vøllinum á børu.

Skanningarnar vísa nú, at knæið er so mikið skatt, at føroyski liðskiparin neyvan spælir fótbólt aftur fyrr enn um eini níggju til tólv mánaðar.

Í morgin, hósdagin klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Vilnius, fer landsliðið á vøllin aftur, tá Litava tekur ímóti á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum. Sunnudagin hittast Turkaland og Føroyar á Tórsvølli.

Men tað verður tíverri uttan liðskiparan og stríðsmannin á miðvøllinum, Hall Hansson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder