Hondbóltur

Hans Lindberg skrivað týska hondbóltssøgu

Hann hevur skorað 2.907 mál í Bundesliguni, sum er nýtt met.

Hans Lindberg í dysti millum Danmark og Spania í Keypmannahavn í oktober í fjør (Mynd: EPA)

Hans Lindberg í dysti millum Danmark og Spania í Keypmannahavn í oktober í fjør (Mynd: EPA)

2023-05-21 16:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski landsliðsleikarin Hans Lindberg, ið hevur ættarbond til Føroyar, skrivaði í gjár týska hondbóltssøgu.

Leygarkvøldið skoraði hann 12 mál fyri Füchse Berlin móti GWD Minden, og gjørdist hann harvið tann leikarin, ið hevur skorað flest mál í Bundesliguni nakrantíð.

41 ára gamli Hans Lindberg hevur skorað tilsamans 2.907 mál, og hevur hann sostatt tikið metið hjá suðurkoreanska Yoon Kyung-shin, sum skoraði 2.905 mál, skrivar Ritzau.

Suðurkoreanarin spældi fyri Vfl Gummersbach og HSV Hamburg frá 1996 til 2008. Tað var í kappingarárinum 2007/2008, at Hans Lindberg kom til felagið, og náddu teir báðir sostatt at spæla saman.

Tá tað herfyri gjørdist greitt, at met hansara fór at verða tikið, segði Yoon Kyung-shin, at hann fór at ynskja Hans Lindberg til lukku.

– Eg spældi við Hans í eitt ár í Hamburg, og vit høvdu tað gott saman, segði hann, og legði afturat, at hann var fegin um, at tað var onkur, sum hann hevði virðing fyri og sum honum dámdi, sum fór at taka metið.

Hans Lindberg spældi fyri HSV fram til 2016, tá felagið fór á húsagang. Síðani fekk hann sáttmála við Füchse Berlin, har hann hevur verið síðani. Upprunaliga var meningin, at Hans Lindberg skuldi gevast í felagnum eftir hetta kappingarárið, tí at felagið ikki ynskti at leingja samstarvið, men síðani er tó boðað frá, at Hans Lindberg tekur eitt ár afturat í týska høvuðsstaðnum.

Hans Lindberg spældi sín fyrsta A-landsliðsdyst í 2003. Hann hevur spælt 286 landsdystir og skorað 782 mál fyri Danmark, og hevur hann vunnið bæði EM- og HM-gull.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder