Fótbóltur

HB ætlaði at fara avstað við húkinum

- Tit taka altíð trappuna hjá okkum, so nú taka vit húkin hjá tykkum.

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

2018-09-23 20:43 Author image
Dávur Winther
placeholder

Rómurin var óførur í dag, tá ið HB-spælarar og fjepparar fóru sigursælir suður aftur til Havnar at hátiðarhalda føroyameistaraheitið í bestu fótbóltsdeildini, tó at tað eru fýra dystir eftir at spæla, og steyp og heiðursmerki tá verða handað.

Ávegis suður, varð steðgað við húkin. “Tit taka altíð trappuna hjá okkum, so nú taka vit húkin hjá tykkum”! segði ein ovurfegin havnamaður, sum eisini kysti húkin.

Ferðaliðið stillaði upp við róp og gang, og so vórður hópin av myndum tyknar, áðrenn tey aftur ovurfegin fóru rópandi innaftur í teir fýra bussarnar, sum bíðaðu eftir teimum.

Teir eldru HB-arnir, sum hava roynt at vinna meistaraheitið fyrr, stóðu kátir og glaðir, men friðarligir eitt sindur burturfrá og skoðaðu eitt sindur errnir hesa sigursælu fjøld.

Hóast KÍ tapti í dag, so er KÍ framvegis næstfremst í røðini. Men tað eru heili sekstan stig frá HB og aftur til næstfremsta plássið, sum also KÍ enn eigur og vónandi varðveitir.

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder