Fótbóltur

HB bjargaði sær eitt fínt útgangspunkt - Víkingur vann tepurt á B36

NSÍ var á odda 2-0 til miðskeiðis í seinna hálvleiki á Tórsvølli - 2-2 málið kom eftir sjálvmál í yvirtíðini, men runavíkingar hava framvegis ein lítlan fyrimun. Martin Klein Joensen skoraði einasta málið í Sarpugerði. Avgerðin um finaluplássini fellur næsta vikuskifti.

Martin Klein Joensen, her í dysti móti B36 í Sarpugerði fyrr í ár. Eins og tá, skoraði 21-ára gamli áleyparin einasta málið í dystinum, tá liðini í dag hittust har til fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen, her í dysti móti B36 í Sarpugerði fyrr í ár. Eins og tá, skoraði 21-ára gamli áleyparin einasta málið í dystinum, tá liðini í dag hittust har til fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-21 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu lidnar fyri løtu síðani.

Víkingur kom væl burturúr tí, um hugt verður hvørjar møguleikar liðini hava undan seinna dystinum. Liðið í ljósabláum, sum endaði nummar trý í Betrideildini við 60 stigum, skoraði einasta málið í heimadystinum móti B36. Hetta merkir, at eitt Víkinga-mál í seinna dystinum, sum verður sunnudagin, fer at leggja risastórt trýst á B36, sum skal vinna kappingina fyri at koma út í Evropa, ið jú ikki fekk eitt útivallarmál í dag.

Hendan reglugerðin er enn galdandi í kappingini um Løgmanssteypið, og nakrar ferðir í fyrra hálvleiki vóru teir hvítkløddu um at gera sær dælt av hesum. Bárður á Reynatrøð varð noyddur at gera nakrar bjargingar, og sum fráleið fór trýstið meira yvir á málið hjá Mattiasi Lamhauge, sum saman við verjuleikarunum júst megnaði at forða víkingunum í nøkrum førum.

Lívligi Martin Klein Joensen, ið hevur fingið sítt gjøgnumbrot í Betrideildini í ár, var vandamikil, og tá tjúgu minuttir vóru eftir fekk hann beint bóltin framvið Mattiasi, tá eitt frísparksinnlegg úr høgru endaði hjá Martini í málteiginum á aftara økinum. Eins og í landskappingardystinum millum liðini í august, skoraði áleyparin einsamalla málið í dystinum, og fyrimunur til liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen undan seinnu hálvfinaluni.

NSÍ hevði HB á knøunum - mistu sigurin í yvirtíðini

HB hevði leikligu yvirvágina fyrsta hálva tíman á Tórsvølli men hevði trupulleikar við at gerast vandamikið - helst millum annað tí at Mikkel Dahl nú ikki longur spælir fyri felagið. Teir í gulum og svøtrum tyktust at hava tamarhald á støðuni og í samband við ein deyðbólt, varð Dan í Soylu noyddur at rudda bóltin burtur á mállinjuni. Nakrar minuttir seinni gekk ikki meira: NSÍ slapp avstað í eina umstilling (eitt kontra), Jakob Trenskow rak skjótt frameftir við bóltinum og spældi til vinstru til Aron Knudsen. Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrru skotroyndini hjá 22-ára gamla álopskenda leikaranum, men tí seinni kundi landsliðsmálverjin ikki gera nakað við. Tveir minuttir seinni sendi Aron eitt gott horna inn út vinstru, ið javngmali Mórits Heini stútaði í málið: 0-2 og tveir av teimmum yngru lokalu NSÍ-árunum høvdu sett HB undir trýst.

[object Object]
Aron Knudsen skoraði eitt og legði upp til hitt málið hjá NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir tógvið stríð eydnaðist liðnum hjá Kevin Schindler at svara aftur. Hilmar Leon Jakobsen fekk minkað um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki, men NSÍ hótti framvegis uppá serliga umstillingar, ímillum góðu støðurnar/møguleikarnar hjá heimaliðnum. Tá sá út til, at NSÍ ikki bert fór at sleppa ígjøgnum Eysturoyartunnilin við tveimum útivallarmálum, men eisini einum sigri, men so varð ikki: Í 92. minutti sendi Daniel Johansen hart og skrúðað fríspark inn úr vinstru, og tað endaði við, at Oddur Højgaard beindi bóltin í egið mál.

Ein smeitur fyri NSÍ, ið tó hevur fyrimunin eftir eitt gott avrik á Tórsvølli. Alt er heilt opið undan dystinum við Løkin, sum verður leygardagin: Vinnarin kemur víðari; við 0-0 ella 1-1 javnleiki er NSÍ víðari.

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Sunnudagin 21.11

Víkingur - B36 1-0 (0-0)
71' Martin Klein Joensen 1-0

HB - NSÍ 2-2 (0-2)
32' Aron Knudsen 0-1
34' Mórits Heini Mortensen 0-2
68' Hilmar Leon Jakobsen 1-2
90 (+2)' Sjálvmál 2-2

Seinnu hálvfinalurnar
Leygardagin 27.11: NSÍ - HB
Sunnudagin 28.11: B36 - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder