
Leygardagsfótbóltur er kring landið í dag. Ikki í 1.deild, sum vanligt er, men í Betri-deildini. Landsliðið samlast í morgin, so tí skal 21.umfar avgreiðast áðrenn.
Í gjár varð fyrsti dysturin í umfarinum leiktur. Hann var í Klaksvík, har Víkingur var á vitjan í sera vánaligum líkindum. Tað endaði við 1-1 javnleiki, og tað er eitt úrslit, sum hvørgan av liðunum kann brúka til nakað serliga.
Les meira um dystin her: https://roysni.fo/ki-og-vikingur-logdu-fot-fyri-hvor-odrum
Úrslitið hevur við sær, at HB kann leggja uppaftur meira sjógv millum seg og 2.plássið, og NSÍ kann økja um frástøðuna til Víking í stríðnum um Evropa. Hesi bæði liðini eru á heimavølli í dag og eru favorittar.
HB er størri favorittar móti AB enn NSÍ er móti B36, men bæði liðini sleikja sær um munnin nú KÍ og Víkingur bæði fingu eitt stig í gjár; NSÍ hevur eisini møguleikan at leggja seg undir liðina á KÍ í stigum.
Fyri einari viku síðani leiktu HB og B36 eina sera dramtiska steypafinalu á Tórsvølli. Havnarfeløgini, sum í gjár fingu eina bót á 15.000 krónir hvør fyri rokið í finalunui, skulu nú reisast - á heilt ymiskan hátt og móti heilt ymiskum mótstøðuliðnum. HB, ið fekk eitt hart slag í finaluni, fær botnliðið á vitjan, og B36, ið vann á ótrúligan hátt og harvið tryggjaði sær luttøku í evropeiskum fótbólti komandi ár, skal finna motivatiónina at spæla aftur. Uppgávan hjá steypavinnarunum er mest formsterka liðið í deildini. NSÍ hevur vunnið allar dystirnar eftir summarstegðin. AB hevur hinvegin bert fingið eitt stig síðani miðskeiðis í mai.
Tveir áhugaverdir dystir eru eisini í niðaru hálvu av stigatalvuni. Í Trongisvági skulu Suðringar og sundalagsmenn stríðast at sleppa undan at verða av álvara blanda í niðuflytingarstríðið, og á Skála er Pauli Poulsen aftur og skal royna at føra sítt lið tættari kappingarneytunum, meðan skálamenn við trimum stigum kunnu so gott sum endaliga tryggja sína støðu í deildini.
15.00: TB/FCS/Royn - EB/Streymur
HB - AB
NSÍ - B36
16.00: Skála - 07 Vestur
Í gjár:
KÍ - Víkingur 1-1(1-1)
0-1 10.min Hanus Jacobsen
1-1 16.min Predrag Pocuca
Støðan:
1. HB (52 stig)
2. KÍ (45 stig) *
3. NSÍ (42 stig)
4. Víkingur (36 stig) *
5. B36 (34 stig)**
6. EB/Streymur (19 stig)
7. Skála (19 stig)
8. TB/FCS/Royn (18 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)**
10. AB (9 stig)
*Ein dyst fleiri
** Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald