placeholder
Hondbóltur

Hesar eru í hópinum móti Rumenia og Danmark

Rakul Wardum, Jana Mittún og Lív Bentsdóttir Zachariasen eru úttiknar til A-landsliðið fyri fyrstu ferð, og Ninna Katrin Johansen er aftur. Føroyar spæla í Rumenia 6. oktober og taka ímóti Danmark 10. oktober.

Súna Krossteig Hansen, ið her fegnast um eitt mál móti Ísrael, er ein av teimum úttiknu (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen, ið her fegnast um eitt mál móti Ísrael, er ein av teimum úttiknu (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-14 15:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst í juni vunnu føroysku kvinnurnar sær rættin at spæla í EM-undankappingini við sigrum á Finnlandi og Ísrael í Høllini á Hálsi í undan-undankappingarbólki.

Høvuðsundankappingin fer í gongd í oktober, har Føroyar fyrst spæla í Mioveni í Rumenia mikudagin 6. oktober, og síðani í Høllini á Hálsi móti Danmark sunnudagin 10. oktober. Umframt hesi liðini eru føroysku kvinnurnar í bólki við Eysturríki.

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið 16 leikarar til EM-undandystirnar:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:
Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København

Strikur:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:
Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Durita Christophersen Jojic, Stjørnan
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

[object Object]

[object Object]
Jana Mittún (ovara myndin) og Rakul Wardum (niðara myndin) vóru á All Star-liðnum, tá føroysku U19-kvinnurnar í juli gjørdu um seg í European Championship-kapping í Norðurmakedónia, har Føroyar millum annað vunnu á Niðurlondum. Nú eru tær báðar úttiknar til A-landsliðið, og tað er Lív B. Zachariassen eisini

Hópurin líkist tí, sum var í juni, men nakrar broytingar eru, og millum annað eru fleiri heilt ungir leikarar við, og hópurin er sum heild ungur.

Yvirlit yvir bólkarnar í EM-undankappingini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder