Hondbóltur

Høgni og Andrias nú EHF-dómarar

Brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú góðkendir at døma dystir á hægsta altjóða stigi í Evropa.

2026-08-28 13:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Føroyar hevur nú aftur eitt altjóða dómarapar í hondbólti.

Brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú góðkendir at døma dystir á hægsta altjóða stigi í Evropa.

Høgni og Andrias hava luttikið í Young Referees Programme hjá EHF í nøkur ár, har teir m.a. hava dømt í European Open, Youth Champions League og U20 EHF Championship.

Teir hava nú staðið allar royndir, bæði skrivligar og kropsligar, og hava prógvað seg nóg væl á vøllinum til at fáa góðkenning.

Hetta merkir at teir væntandi fáa altjóða dystir í Evropa komandi kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder