Hondbóltur

Ikki sama flog yvir U18-dreingjunum í dag

Føroyar taptu týdningarleysa dystin móti Slovenia við tíggju málum.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2022-08-10 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ikki sama flog yvir føroysku U18-hondbóltsdreingjunum í dag, sum tað hevur verið so ofta fyrr í hesi EM-kappingini í Montenegro.

Føroyar spældu síðsta dystin í millumumfarinum móti Slovenia. Føroyar høvdu onki at spæla fyri, meðan Slovenia við sigri kundi tryggja sær annað plássið í bólkinum, og harvið við í kappingina um 9.-12. pláss.

Og Slovenia tók av. Smurdi føroyska liðið av 33-23 eftir 20-13 í hálvleikinum.

Fleiri av teimum, sum ikki hava fingið so nógvar minuttirs spælitíð, komu á vøllin í dag. Eitt nú sat stórspælarin, Óli Mittún, á beinkinum stórar partar av øðrum hálvleiki.

Kortini gjørdist Óli Mittún føroyskur toppskjútti við sjey málum, harav seks upp á brotskast. Hini føroysku málini skutu John Skaalum og Óla Jákup Olsen 3 mál, Tróndur Johnsson, Trúgvi Hávardsson og Marcus Bramsen 2 mál og Rói Hjaltason, Niklas Gaard, Høgni Heinason og Búi Poulsen 1 mál.

Eftir dystin varð John Skaalum kosin besti spælari á føroyska liðnum.

Sum sagt, so hevði føroyska liðið longu undan dystinum tryggjað sær fyrsta plássið í millumumfarinum. Føroyar skulu nú spæla “hálvfinalu” og “finalu” í kappingini um 9. til 12. pláss.

Næsti dystur verður fríggjakvøldið móti heimaliðnum, Montenegro, sum tryggjaði sær annað plássið í hinum bólkinum í miðumfarinum við at vinna 30-27 á Polandi.

Vinna Føroyar móti Montenegro, skulu vit spæla “finaluna” um 9. plássið sunnudagin móti vinnaranum av dystinum millum Ísland og Slovenia. Tapa Føroyar móti Montenegro, skulu vit spæla um 11. plássið móti hinum taparanum. 

[object Object]
John Skaalum varð kosin besti spælari á føroyska liðnum í dag (Mynd: HSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder