Fótbóltur

Íslendsk marrubyrjan í Nations League við 6-0 tapi

Størsta tapið hjá Íslandi síðani 2001.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-09 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ísland tapti í gjár heili 6-0 á útivølli móti Sveis í teirra fyrsta Nations League-dysti.

Hetta var samstundis fyrsti dysturin hjá svenska Erik Hamréns sum venjara. Hann hevur loyst Heimir Gallgrimsson av eftir HM í summar.

Erik Hamrén, venjari hjá Íslandi (Mynd: EPA)

- Fyrst og fremst vil eg siga orsaka til alt Ísland. Hetta var eitt snópisligt úrslit, segði Erik Hamrén sambært Aftonbladet.

- Hetta er mín ábyrgd, og eg skal geva leikarunum trúnna á tað, vit gera, sigur hann.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

Tapið er tað størsta síðani 2001, tá Danmark eisini vann 6-0 móti Íslandi. Brøðratjóðin hevur annars klárað seg sera væl seinastu árini, og luttikið í bæði EM og HM.

Stórdystur í Nations League var eisini á Wembley í London í gjárkvøldið, har England tapti 2-1 móti Spania.

Úrslit frá í gjár
Sveis - Ísland (6-0)
England - Spania (1-2)
Norðurírland - Bosnia og Hersegovina (1-2)
Finnland - Ungarn (1-0)
Estland - Grikkaland (0-1)
Hvítarussland - San Marino (5-0)
Luksemborg - Moldova (4-0)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder