Fótbóltur

Jákup Martin Joensen heldur fram í EB/Streymi

Venjarin seinastu trý árini tekur eitt tørn afturat.

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-30 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari á besta liðnum hjá EB/Streymi.

Hann fer sostatt undir fjórða árið sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2019 endaði liðið á níggjunda plássi, men slapp við skrekkinum at flyta niður. Seinastu tvey kappingarárini hevur hilnast eitt vet frægari, og liðið hevur ligið á sjeynda plássið bæði árini.

- Hesi seinastu trý árini hava verið svingandi. Í stuttum var málið, tá vit settu Jákup Martin, at halda okkum uppi og stabilisera okkum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Hetta hava vit megnað í samstarvinum, og tí ynsktu vit at leingja, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.

[object Object]Eyðstein Zachariasen frá EB/Streymi og Jákup Martin Joensen (Mynd: EB/Streymur)

Upplýst verður, at tað í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jáku Martin Joensen skal hava afturat sær. Jákup á Borg sum seinnu kappingarhálvu hevur verið partur av venjaratoyminum hevur áður sagt, at hann ikki verður partur av toyminum næsta kappingarár.

Sáttmálin er galdandi eitt ár fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder