Hann vildi prøva nakað nýtt, tá hann leitiaði frá OB, og navnið Jóan Símun Edmundsson byrjar at verða sligið væl fast í Týsklandi. Í dag gekk tað útyvir Dynamo Dresden, ið Jóan Símun og Arminia Bielefeld bastu 2-1 á heimavølli.
Jóan Símun byrjaði við útgangsstøði í høgru á miðvøllinum, og hann spældi ein frálíkan dyst. Í 27.minutti legði hann heimaliðið á odda. Tað gingu ikki nógvir minuttir, so fann toftamaðurin áleyparan Fabian Klos, ið økti fyri heimaliðið.
26-ára gamli føroyingurin spældi allar 90 minuttirnar, og hann og hansara liðfelagir tryggjaðu sær trý stig, hóast Dresden skoraði í 87.minutti.
Harvið hevur Jóan Símun Edmundsson verið beinleiðis dystaravgerandi í báðum dystunum hjá Bielefeld í 2.Bundesliga. Sunnudagin skoraði hann útjavnandi málið í 1-1 dystinum í Heidenheim.
Næsta sunnudag hevur Arminia Bielefeld steypadyst á útivølli móti Stendal.
Fótbóltur
Jóan Símun í hopla Týsklandi
Hann skoraði í fyrsta umfarið, og aftur í dag sló føroyingurin í Arminia Bielefeld til við málið og uppleggi.
2018-08-11 16:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald