Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen seks mál í sigri á nýggjum føroyingafelagi

Pauli Rasmussen skoraði fýra ferðir í fyrsta dysti sínum í bestu donsku deildini. Jákup Egholm spældi ógvuliga stutta løtu í Skanderborg.

Jóhan á Plógv Hansen hevur vunnið heimsmeistaraheitið fýra ferðir við Danmark og er lyklaspælari hjá Skanderborg AGF (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen hevur vunnið heimsmeistaraheitið fýra ferðir við Danmark og er lyklaspælari hjá Skanderborg AGF (Mynd: EPA)

2026-08-27 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skiftu Pauli Hentze Rasmussen og Jákup Egholm úr ávikavist StÍF og H71 til TMS Ringsted, sum er í fremstu donsku deildini.

Harvið skulu ungu spælararnir fara frá at vera profilar í føroysku deildini til at flyta seg á hægri stigi.

Fyrsta uppgávan í landskappingini 2026/2027 var í Skanderborg, har Jóhan á Plógv Hansen og hinir silvurvinnararnir frá seinasta kappingarári tóku ímóti.

Skanderborg AGF (SAH) gjørdist ein ov stórur biti fyri TMS Ringsted, og tað endaði 40-34.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál - triðflest hjá SAH - og brendi bert eitt skot. Millum annað var høgri vongurin, sum er uppvaksin í Kyndli, tryggur uppá øll síni brotskøst.

Pauli Rasmussen brendi nøkur skot, men 19-ára gamli strandingurin fekk kanska eitt sindur størri leiklut enn væntað hjá Ringsted. Høgri bakkurin skoraði fýra mál, legði upp til eitt mál og vann eitt brotskast.

Jákup Egholm kom so at siga ikki á vøllin. Victor Wolf, hin vinstri vongurin hjá Ringsted, spældi ein góðan dyst. Wolf fekk tó eina útvísing, so Jákup fekk roynt seg eina lítla løtu.

[object Object]
Pauli Rasmussen hevur gjørt bart í Burn-deildini. Nú er kraftmikli høgri bakkurin byrjaður at skora mál í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

TMS Ringsted tekur leygardagin klokkan 14 ímóti Skive, í tí sum verður fyrsti kappingarheimadysturin hjá Paula og Jákupi.

Klokkan 15 leygardagin vitja Jóhan á Plógv Hansen og SAH í Svendborg, har Óli Mittún og GOG taka ímóti. Hesin dysturin sæst á TV2 og TV2 Play.

Sí eisini: Óli Mittún og GOG fingu góða byrjan i Bambuni Kvindeligaen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder