Annað

Klatriveggurin tikin í nýtslu

Næmingar frá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy hava tikið klatriveggin í Marghøllini í nýtslu.

2018-08-29 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Næmingar frá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hava nú tikið í nýtslu bæði stóra høga klatriveggin og tann minna boulderings-klatriveggin.

Tað skrivar Marghøllin á heimasíðu sínari í morgun.

Undirvísarar á Ítróttaháskúlanum hava gjørt tær fyrstu klatriruturnar og hava í vikuni havt skeið í klatring fyri næmingum á Ítróttaháskúlanum.

Ein týðandi partur av skeiðnum fevnir um trygd, trygd og aftur trygd, siga undirvísararnir á Ítróttaháskúlanum, skrivar Marghøllin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder