Annað

Kringvarpið tryggjað sær rættindi at vísa landsliðið

Nú verður eisini farið undir at menna OB vognin, so sendast kann í HD.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-04 07:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Næstu árini verður tað framhaldandi í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum at dystir hjá føroyska landsliðnum verða at síggja.

Tað er greitt eftir at Kringvarp Føroya hevur undirskrivað avtalu við UEFA og FIFa um rættindi til undankappingardystir hjá A-landsliðnum.

Rættindini fevna um undankappingina til EM og HM í ávikavist 2020 og 2022 umframt Nations League í 2018/2019 og 2020/2021.

Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at tey eru farin undir at menna stóra sjónvarpsbussin, so hann fær sent í HD góðsku, og so hann lýkur altjóða krøvini, sum verða sett til framleiðarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder