placeholder
Hondbóltur

Kvinnulandsliðið saman hesa vikuna

A-landsliðið hjá kvinnum fyrireikar seg til HM-undandystirnar móti Kosovo í november, og í kvøld verður venjingardystur móti U16-landsliðnum hjá dreingjum.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2022-10-01 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

A-landsliðið hjá kvinnum er savnað til venjingar í Føroyum hesa vikuna. 

Føroyska liðið hevur verið saman síðani mánadagin og hava venjingar, fundir og teambuilding verið á skránni. Í kvøld verður venjingardystur móti U16-landsliðnum hjá dreingjum í Hoyvíkshøllini. Tað verður klokkan 18.30.

A-landsliðið hjá kvinnum fyrireikar seg til HM-undandystirnar móti Kosovo.

Dystirnir verða í Kosovo, í býnum Istog, ávikavist 3. og 5. november. Vinnarin yvir hesar tveir dystirnar skal møta hægri styrkismettum liðið, har leikt verður yvir tveir dystir um eitt pláss í HM-endaspælinum. Hesir dystir verða í viku 14 og 15 komandi ár. Sum liður í fyrireikingunum verða eisini tveir venjingardystir móti íslendska kvinnulandsliðnum. Hesir verða í Føroyum leygardagin 29. og sunnudagin 30. oktober.

Sambært heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum fegnast høvuðsvenjarin, Sonni Larsen um jaligu gongdina á føroysku kvinnusíðuni.

Fleiri og fleiri leikarar leita sær avbjóðingar á hægri stigi, og spæla fleiri leikarar nú regluliga í bestu og næstbestu deildunum í okkara grannalondum. Landsliðsvenjarin fegnast somuleiðis um vaksandi breiddina í føroysku kappingini og arbeiðið, sum verður gjørt úti í føroysku feløgunum. Átta lið eru nú í fremstu kvinnudeildini og merkist tað, at fleiri eru um boðið, tá tað kemur til landsliðsplássini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder