Fótbóltur

Landsliðsúttøka verður mánadagin

Avloysarar skulu í øllum førum finnast fyri tveir skaddar álopskendar spælarar. Spurningurin er so, hvussu nógvir at teimum, ið ikki vóru tøkir seinast, sleppa við aftur.

Håkan Ericson skal skjótt kunngerða hvørjir verða í hópinum til undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson skal skjótt kunngerða hvørjir verða í hópinum til undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-31 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

17. juni og 20. juni. Tá hevur føroyska manslandsliðið aftur uppgávur í undankappingini til EM 2024, og hesaferð er talan um heimadystir. Ávíkavist Kekkia og Moldova vitja, og tað er mánadagin 5. mai, at Håkan Ericson kunngerð nøvnini á teimum úttiknu. 

Tað er altíð ein ávísur spenningur undan slíkum úttøkum. Hesaferð eru tveir undankappingardystir á skránni - ikki ein undankappingardystur og ein venjingardystir sum tað var í mars - og Føroyar spæla á heimavølli. 

Óvissur er eisini altíð, men hesaferð er greitt, at í minsta lagi tveir spælarar ikki kunnu spæla. Talan er um vongin Meinhard Egilsson Olsen og áleyparin Patrik Johannesen. Báðir álopskendu yrkisspælararnir slitu eit krossband fyrr í mánaðinum í dysti í ávíkavist Noreg og Íslandi.

Les eisini: Patrik og Meinhard hava slitið krossbandið

Harvið skulu álopskendir avloysarar finnast. Eitt ógvuliga upplagt boð er Jóannes Bjartalíð, ið var darvaður av skaða í fótinum í mars. Hann hevur seinastu tveir mánaðirnar spælt í hvørjum dysti hjá Fredriksstad, og ársins landsliðsspælari 2022 verður helst millum nøvini, ið Håkan Ericson lesur upp mánadagin.

Síðani mars mánaða er Petur Knudsen eisini komin fyri seg. Driblisterki og kviki maðurin úr Saltangará hevur spælt átta dystir og skorað tvey mál fyri Lyngby í Superliguni. Hannes Agnarsson var eisini skaðadarvaður í mars, men hevur víst seg heilt væl fram í løtum fyri B36 í løtum seinastu mánaðirnar. Hann hevur - eins og Petur og Bjartalíð - eitt slag av x-faktor, sum kann geva føroyska álopspartinum nakað. 

Av spælarunum, ið veruliga hava myndað á A-landsliðið leingi og sum ikki vóru við síðst, er støðan hendan: Jóan Símun Edmundsson er framvegis skaðadarvaður í knænum og hevur ikki spælt ein skrásettan dyst í 2023, Gunnar Nielsen hevur ikki spælt fótbólt í ár, Hallur Hansson venur meira og meira, men er ikki í myndini enn, Brandur Hendriksson er hinvegin komin á vøllin aftur eftir krossbandsskaða, og Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt nógv fyri B36 í seinastuni.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen til landsliðsvenjing. Annars verður allarhelst aftur á landsliðnum, meðan hin heilt víst ikki er tøkur (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Tað er helst ikki ósannlíkt, at teir báðir síðstnevndu verða við, men spurningurin í førinum hjá Brandi er helst, um tað er ov tíðliga. Skálvíkingurin hevur tó fingið nakrar minuttir í beinini í næstbestu norsku deildini.

Spurningurin er so eisini, um venjaratoymið velur onkran frá, sum annars er tøkur. Daniel Johansen sleyt sáttmálan við Fredricia í apríl. Hann hevur vant við HB seinastu tíðina, men vinstri bakkurin hevur ikki spælt dyst í tveir mánaðir, og kann ikki skrásetast fyrrenn um tvær vikur.

Gunnar Vatnhamar og Mads Boe Mikkelsen hava skaðar at dragast við í løtuni, og aðrir á listanum niðanfyri hava eisini verið eitt sindur úti í seinastuni.

Tíðindafundur verður í FSF-húsinum mánadagin 5. mai klokkan 10. 

Hópurin seinast - til dystirnar í Moldova og Norðurmakedónia - sá soleiðis út:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB *
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

*Gav avboð stutt undan fráferð, tí unnustan átti. Bjarti Vitalis Mørk var við ístaðin, men tað er helst eingin ivi um, at Teitur verður við hesaferð.

Bakkar:
Gilli Rólantsson Sørensen (Einki felag) - Nú TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, FC Fredericia (DK) - Nú einki felag men venur við HB

Miðverjar:
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur - Nú Víkingur Reykjavík
Andrias Edmundsson, Águilas FC (SPA)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (Varð úttikin sum 24. maður)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Noah Mneney, Bryne FK
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Ári Mohr Jónsson, HB
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (NOR)

Áleyparar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Pætur Petersen, KA Akureyri (ÍSL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Patrik Johannesen, Breiðablik (ÍSL)


Hesir eru heilt víst ikki við hesuferð. Meinhard og Patrik hava tíverri báðir verið úti fyri at slíta eitt krossband fyri stuttum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder