Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Hákuni løgdu væl frá landi í Bundesliguni

Kiel vann greitt á heimavølli móti Lemgo, har føroyski spælskiparin skeyt fýra mál. Føroyski høgri vongurin hjá Berlin skoraði tvey mál, tá Füchse vann við tveimum málum á Melsungen.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-08-28 07:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar í Bundesliguni varð sett í gongd í gjárkvøldið, hóskvøldið, tá tveir dystir vóru á skránni. Føroyskir landsliðsprofilar vóru í eldinum í ávikavist Kiel og Berlin.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel hava nýggjan norskan venjara og nýggjar profilar sum Julian Köster og Domen Makuc. Men Elias og aðrir gamlir kenningar byrjaðu dystin móti Lemgo - og byrjaðu hann væl.

Útiliðið hekk tó í, tað var 17-15 í steðginum. Men Kiel hevði bara meira góðsku og vann 35-27. Elias á Skipagøtu skoraði fýra ferðir og brendi fýra ferðir í dystinum.

Sí eisini: Elias trívist væl í nýggja leistinum hjá Kiel

Sí hæddarpunkt her:

Í høvuðsstaðnum legði heimaliðið út sum eitt óløgi og var á odda 17-9 í steðginum móti styrkta Melsungen-liðnum. 

Johannes Golla og hinir arbeiddu seg tó inn eftir steðgin, og tað endaði 33-31

Matthes Langhoff var stóri maðurin hjá Füchse Berlin við 9 málum. Hákun West av Teigum fekk tríggjar skotmøguleikar av høgra vongi og skoraði uppá tveir teirra.

Sí hæddarpunkt her:

[object Object]
Hákun West av Teigum og liðfelagir hansara skulu aftur royna at stríðast í oddinum í heimsins sterkastu deild (Mynd: EPA)

Sunnudagin leggja Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf til brots í Bundesliguni, tá Rhein-Neckar Løwen kemur á vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder