Fótbóltur

Liverpool framvegis fult stigatal

Liðið hjá Jurgen Klopp vann fyri lítlari løtu síðani í tøttum dysti í Leicester.

Hóast ein stóran feil, so megnaðu Allison Becker og hinir at hála ein 2-1 sigur heim á King Power leikvøllinum 
(Mynd: EPA)

Hóast ein stóran feil, so megnaðu Allison Becker og hinir at hála ein 2-1 sigur heim á King Power leikvøllinum (Mynd: EPA)

2018-09-01 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir frálíku gongdini í seinnu hálvu av seinasta kappingarárið, og eftir at Liverpool  keypti stórt inn í summar, varð væntað at stórfelagið fór at bjóða av heilt frammi í oddinum í Premier League og fáa eitt gott kappingarár. Og tað er byrjað væl hjá liðnum hjá Jurgen Klopp. Úrtøkan fyrstu fýra umførini er 12 stig; tað vil siga fult stigatal.

Liverpool byrjaði væl í bakandi sólskininum í Leicester. Næstan beinanvegin hevði útiliðið ein risastóran duppultmøguleika, men Kasper Schmeichel vardi fyrst fyri skotinum hjá Roberto Firmino og síðani fór fría skotið hjá Mohammed Salah framvið. Men tá níggju minuttir vóru leiktir kom hol á. Vinstri bakkurin Andy Robertson breyt ígjøgnum, fekk prikað bóltin til Saido Mané, ið fekk bóltin við sær og setti bóltin trygt í netið. Fjórða málið í fýra dystum hjá senegalesarinum. 

Oddiliðið hevði fult tamarhald á støðuni eina løtu, men so kom heimaliðið betri inn í dystin. Tað var tó aftur Liverpool, ið sló til beint fyri hálvleik, tá James Milner snedi eitt horna úr høgru inn í pannuna á Firmino. Áleyparin úr Brasil skoraði sítt fyrsta mál í hesum kappingarárinum.

2-0 sá trygt út hjá Liverpool, men útiliðið leikti ikki nakran góðan 2.hálvleik, og so gjørdi nýggi málverjin ein stóran brølara. Allison Becker hevur sæð sera tryggur út fyrstu dystirnar, men tá ein tími var leiktur, gjørdist hann ov sjálvsikkur, tá bólturin varð spældur aftur til hann. Innskifti Kelechi Ihenachio fekk pilkað bóltin av brasilianska málverjanum, tá hann royndi at dribla, og nigerianski áleyparin legði bóltin útfrá til vælleikandi Rachid Ghezzal, ið kundi seta bóltin í eitt tómt mál.

Leicester var komið væl út til 2.hálvleik, men Liverpool megnaði at standa ímóti trýstinum og draga leikferðina nakað úr dystinum eftir 2-1 málið, og heimaliðið skapti ikki teir stóru møguleikarnir til at javna. 

Harvið ein frálík byrjan hjá Liverpool, og seinni í dag fáa vit at síggja, um Chelsea og Manchester City megna at fylgja við heilt har frammi í oddinum.

Kl: 15.00

Brighton & Hove Albion -  Fulham

Chelsea - AFC Bournemouth

Crystal Palace - Southampton

Everton - Huddersfield Town 

West Ham United - Wolverhampton Wanderers

kl: 17.30

Manchester City - Newcastle Unite

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder