Hondbóltur

Lutakastið verður í morgin

Fyrrapartin í morgin verður greitt hvørjum liði H71-kvinnurnar skulu møta í áttandapartsfinalunum í European Cup. Dystirnir verða leiktir í januar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-22 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við at vinna seg víðari til triðja umfar í European Cup, hevur H71 skrivað føroyska hondbóltssøgu. Einki føroyskt lið hevur áðru vunnið seg víðari úr øðrum umfarið í evropeiskari kapping.

Lutakastið hvussu spælast skal víðari í kappingini verður í morgin, týsdagin 23. november klokkan 10. Triðja umfar verður leikt, antin 8. og 9. ella 15. og 16. januar, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

Hoyvíkskvinnur spældu um vikuskiftið annað umfar í European Cup. Dystirnir vóru móti sveisisku Spono Eagles í Hoyvíkshøllini, ávikavist leygar- og sunnudagin.

[object Object]

[object Object]

Hoyvíkskvinnur byrjaðu sera væl og vunnu fyrra dystin 36 – 26. Seinni dysturin var tættari, men høvdu hoyvíkskvinnur tó tamarhald á dystinum, hóast tær taptu dystin 31-29. H71 vann sostatt 65-57 samanlagt og hava nú spælt seg í 1/8 finalurnar í European Cup.

H71 er øðrum styrkislagi og kunnu møta liðum úr styrkislagi 1.

Í styrkislagi 1 eru hesi liðini:

Sokol Pisek (CZE)
Costa del Sol Malaga (ESP)
Visitelche.com Bm Elche (ESP)
SSV Brixen Südtirol (ITA)
Cabooter HandbaL Venlo (NED)
ZRK Naisa Nis (SRB)
Kristianstad Handboll (SWE)0
Izmir BSB SK (TUR)

Sí eisini: Myndir: H71 spældi seg víðari í Europa Cup

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder
placeholder