Hondbóltur

Maria Nólsoy framúrskarandi í fyrsta kappingardystinum í København

Hon varð toppskjútti, hevði flest upplegg og varð kosin dagsins spælari. Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði tvey tey seinastu málini í 30-29 sigrinum á Sønderjyske og tryggjaði harvið nýggja liðnum tvey stig.

22-ára gamli føroyski landsliðsspælarin var stóri profilurin í 30-29 sigrinum hjá København (Mynd: København Håndbold)

22-ára gamli føroyski landsliðsspælarin var stóri profilurin í 30-29 sigrinum hjá København (Mynd: København Håndbold)

2026-08-27 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar skifti Maria Pálsdóttir Nólsoy Horsens út við København fyri at taka næsta fetið á hondbóltsleiðini. Mikukvøldið kom hon brestandi inn á hondbóltspallin í danska høvuðsstaðnum.

Hoyr eisini: Maria Nólsoy: København á mangan hátt rætta valið

22-ára gamli føroyski landsliðsspælarin var stóri profilurin í 30-29 sigrinum hjá København. Bakspælarin, við uppvøkstri í Neistanum, varð kosin dagsins spælari eftir dystin móti Sønderjyske í 1. umfari í bestu donsku kvinnudeildini.

Hetta var eftir sjey mál og seks upplegg - bæði flest á vøllinum. Maria Nólsoy hevði fleri góð gjøgnumbrot, fekk spælið hjá København at koyra, vann eitt brotskast og gjørdi so at siga ikki tekniskar villur.

Sí øll tølini her

[object Object]
Maria, her undir HM-endaspælinum í Týsklandi, var so at siga ikki at steðga hjá Sønderjyske í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Maria varð avgerandi á Frederiksberg. Eftir frálíkan fyrra hálvleik var København á odda 17-10, men Sønderjyske át seg inn eftir stegðin. Seinastu seks minuttirnar var munurin tríggjar ferðir bert eitt mál, men føroyinturin á vøllinum legði upp til eitt mál og skoraði tvey mál.

Maria Páldóttir Nólsoy skoraði seinasta málið í dystinum, til 30-29, bæði stigini vórðu verandi í Keypmannahavn.

Í Jútlandi vunnu Jana Mittún og Viborg greitt á gamla liðnum hjá Mariu, Horsens. Hetta varð ikki størsti hatgalsdysturin hjá Janu, men hon varð skrásett fyri tvey mál, eitt upplegg og eitt vunnið brotskast í 33-21 sigrinum

Rakul Wardum spældi stóran dyst, tá Skanderborg tapti fyri Maritu Mortensen og NFH. Meira um tað seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder