Flogbóltsárið varð bríkslað í gongd í gjár tá Ternan tók ímóti Mjølni hjá bæði kvinnum og monnum.
Mjølnir vann báðar dystirnar 3-0, men serliga í kvinnudystinum var rættiliga javnt til tíðir.
Ternan-Mjølnir kvinnur 0-3 (20-25, 19-25, 21-25)
Ternan-Mjølnir menn 0-3 (12-25, 18-25, 21-25)
Í dag bresta liðini hjá SÍ og Fleyr saman. Kvinnurnar spæla klokkan 13 og menninir kl. 16. Allir flogbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða í ár vístir á Portal Play. Til ber at tekna sær hald fyri 89 krónur um mánaðin, 699 krónur fyri eitt ár ella at keypa sær einstakar dystir fyri 49 krónur stykki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald