Fótbóltur

Modric valdur til besta leikara í heiminum

Á tiltakið hjá Fifa í London í kvøld, varð kroatiski miðvallarin kosin frammanfyri Salah og Ronaldo..

Luka Modric saman við forsetanum í Fifa, Gianni Infantino

Luka Modric saman við forsetanum í Fifa, Gianni Infantino

2018-09-24 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð væntað, at Cristiano Ronaldo kundi verða koppaður av trónuni hesuferð. Lionel Messi var ikki eingong nomineraður(i topp-trý), og í kvøld gjørdist tað greitt, at Luka Modric nú kann kalla seg heimsins besta leikara.

Fifa hevði hátíðarhald í London í kvøld, har altjóða fótbóltssamgongan avdúkaði hvørji vóru kjósaðu til ársins leikarar, venjarar o.s.fr. Átta heiðrar vórðu givnir til "Fifa Best"-tiltakið, har ársins leikari; best í heiminum, var tað mest áhugaverda.

Síðani 2008 hevur eingin annar leikari vunnið Balon d'Or, ið er ein heiður hjá viðurkenda blaðnum France Football, ella heiðurin hjá Fifa, undantikið Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Teir báðir hava sett eitt nýtt støði í mun til hvat krevst fyri at vera á toppinum. Men hóast báðir eru á ársins liðið hjá Fifa hesaferð, fór heiðurin til ein triðja. 

33-ára gamli Luka Modric hevur havt eitt frálíkt ár við Real Madrid, har hann var við at endurvinna Champions League. Hann var í august kosin til besta leikara í Evropa av UEFA. Miðvallarin var eisini framúrskarandi til HM, har hansara lið kom allan vegin til finaluna, og kroatin fekk "Gylta Bóltin", ið verður givin til besta leikara í HM-endaspælinum.  

Hjá kvinnum vann brasilianska Marta. Hetta var sættu ferð, at hon fekk heiðurin, men fyrstu ferð síðani 2010 at 32-ára gamli leikarin vann.

HM-vinnandi venjarin varð kostin til ársins venjara, Thibaut Courtois varð kosin til besta málverja, men David De Gea var málverji á ársins liðið. Mohamed Salah var í uppskoti til besta leikara, men var ikki á ársins liðið. Hinvegin vann hann "Puskás Award" fyri besta málið í farna árið. Hetta var yvirraskandi, tá hugsað verður um til dømis framúrskarandi málini hjá Ronaldo og Bale í Champions League.

Her er eitt yvirlit yvir allar heiðrarnar í kvøld: 

Besti leikari hjá monnum: 
Luka Modric (Real Madrid og Kroatia) 

Besti leikari hjá kvinnum: Marta (Orlando Pride og Brasilia)


Besti málverji
- Thibaut Courtois (Chelsea/Real Madrid og Belgia)


Besti venjari hjá monnum - Didier Deschamps (Frakland)

Besti venjari hjá kvinnum - Reynald Pedros (Lyon)


Fifa Puskás Award (Besta mál) -
Mohamed Salah til 1-0 ímóti Everton 10/12/17 (Liverpool og Egyptaland)


The Fifa Fan Award
- áskoðararnir hjá Peru til HM

Fifa Fair Play Award - Lennart Thy (VVV-Venlo)

Fifa Fifpro World11:

David De Gea - Dani Alves, Raphael Varane, Sergio Ramos, Marcelo - Luka Modric, N'Golo Kante - Eden Hazard, Lionel Messi, Kylian Mbappe - Cristiano Ronaldo 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder