
Tað er mótstøða í heimsflokki, sum kvinnurnar skulu spæla ímóti í fyrsta undankappingardystinum. Spania er sterkasta lið í bólki B, og tær eru heilt uppi á 10. plássi á styrkislistanum hjá FIFA.
Tað er tí eingin ivi um, at sponsku gestirnir eru favorittar undan dystinum, men í føroysku leguni snúgva tankarnir seg fyrst og fremst um egið avrik, sambært einum av royndastu leikarunum á føroyska liðnum.
- Hetta er eitt ótrúliga sterkt lið, sum vit skulu spæla ímóti, og tað ger okkum rættiliga spentar. Vit vilja gera alt fyri at vísa framstig á liðnum, og vit eru tilvitaðar um, at hesin dysturin fyrst og fremst skal snúgva seg um avrik, heldur enn úrslit, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Nógv verður gjørt burturúr áskoðarunum til dystin við fjepparatiltaki og upphiting á niðara vølli frá klokkan 16.
Dysturin sjálvur byrjar klokkan 18.
Eftir dystin verður kósin sett ímóti Skotlandi, har landsdystur verður á Hampden Park í Glasgow týsdagin, 21. september.
-
Ásla Johannesen (Mynd: FSF)
-
Julia Naomi Mortensen (Mynd: FSF)
-
Sarita Maria Mittfoss (Mynd: FSF)
-
Christian Høgni Jacobsen, hjálparvenjari (Mynd: FSF)
-
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir og Sanna Svarvadal Jacobsen (Mynd: FSF)
-
Óluva Allansdóttir Joensen (Mynd: FSF)
-
Rakul Maria Johannesen og Olga Kristina Hansen fremst á myndini (Mynd: FSF)
-
Heidi Sevdal og Durita Hummeland (Mynd: FSF)
-
Sarita Maria Mittfoss og Katrina Sjóvará (Mynd: FSF)
-
Rakul Maria Johannesen og Tóra Mohr (Mynd: FSF)
-
Kára Djurhuus fremst og Lea Símunardóttir Lisberg aftanfyri (Mynd: FSF)
-
Lene Bjerning Terp, høvuðsvenjari (Mynd: FSF)
-
(Mynd: FSF)
-
Gott lag í hópinum til venjingina seinnapartin. Eli Nolsøe Leifsson, fysiskur venjari, hitar upp (Mynd: FSF)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald