Fótbóltur

Myndir: Føroyskur vetrarkuldi og spenningur í luftuni

Føroyameistararnir fyrireika seg til næstseinastu uppgávuna í ár - stóra uppgávan móti Slovan Bratislava verður í annaðkvøld klokkan 17.45.

Sylvan Jakobsen, liðleiðari, og Magne Hoseth, høvuðsvenjari

Sylvan Jakobsen, liðleiðari, og Magne Hoseth, høvuðsvenjari

2023-11-29 18:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani hevði KÍ sína seinastu venjing undan uppgerðini móti Slovan Bratislava í morgin.

Talan er um fimta og møguliga avgerandi dystin í bólkaspælinum í Conference League. KÍ skal helst vinna dystin fyri at framhaldandi hava møguleika at fara víðari í kappingini.

Sí eisini: Hoseth: Týdningarmiklasti dysturin í søguni

Árni Frederiksberg hevur leikbann vegna reyða kortið í Ljubljana, og Hallur Hansson og Jonn Johannesen, ið fyri stuttum eru skurðviðgjørdir í Noreg, eru ikki tøkir. Heini Vatnsdagl og Luc Kassi vandu ikki nógv í dag heldur.

Sí myndir frá venjingini í kuldanum á Tórsvølli her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder